Á páskum 2010 var eg í Bucegi-fjøllunum saman við Iulian Cozma, sum ein vinmaður hevði viðmælt mær at brúka sum ferðaleiðara. Túrurin byrjaði við, at Iulian kom við mær til Bukarest at keypa útgerð, har eg fekk alt møguligt fyri góðar prísir, og síðani koyrdu vit suðureftir móti Brasov, har túrurin upp í fjøllini byrjaði dagin eftir. Veðrið var ikki tað besta, tann fyrsta dagin var kavin í so vátur og tungur til at kunna ganga við jørnum á skónum, og tí var tað ómetaliga strævið at ganga, ikki minst fyri eina, sum meg, sum eri á byrjunarstøði, hvat fjallaklintring viðvíkur. Dagin eftir var nógvur vindur, so vit gingu ikki so leingi tann dagin, og fóru ikki upp á Omu peak, sum vit upprunaliga høvdu ætlað okkum. Vit yvirnáttaðu báðar næturnar í 1950 m hædd, í einum ítróttarkompleksi, har rumenar venja til olympisku leikirnar, og tað var ein uppliving í sjálvum sær. Tann triðja dagin var høgur himmal og sól, og kavaklædda landslagið kom veruliga til sín rætt. Teir seinastu dagarnir vórðu brúktir niðan fyri kavahædd, í landslagnum kring Brasov, har eg eisini svav í tvær nætur. Býirnir Sinaia og Brasov eru ómetaliga vakrir, og tað sama er landlagið kring teir. Millum annað vóru vit ein góðan gongutúr í haganum omanfyri Moeciu de Sus.
Í heila tikið er hetta økið í Rumenia ein sonn perla. Og eg eri rættiliga vís í, at eg ikki havi verið her fyri seinastu ferð. Her er vakurt, søguríkt, fjølbroytt, sera fitt fólk, góður matur, bíligt, ja, alt tað, man sum ferðandi kann ynskja sær av einum landi.
Iulian kennir landslagið út og inn, og man kann trygt leggja sítt álit á hann; og eg hevði heldur enn fegin farið avstað aftur saman við honum. Tí Iulian er ómetaliga fittur, fyrikomandi, avslappaður, tolin, pliktuppfyllandi, samvitskufullur – OG vælorganiseraður. Hann er ein sera góður ferðaleiðari og ferðafelagi.
Guðrun Eysturlíð – Tórshavn, Faroe Islands – April 2010